Símun Petur Rasmussen

Símun Petur : Føddur 11. juni 1926 og deyður 12 februar í 2000.

Í 14. September sigur Símun Petur frá :

Hann fortelur um útróðrarlívið í Haraldssundi. Ein fær varhugan av, at tað var nógvur fiskur at fáa tá.

Símun Petur sigur :

Eg eri føddur her í Haraldssundi 11. juni 1926 og havi livað alt mítt lív í Haraldssundi. Sum stórir smádreingir kundu vit gera nyttu í bátinum, tí vit plagdu at fiska gággur, men longu sum 15 ára gamal, fór mann at rógva út, tí pápi var vorðin sjúkur.

Eg fór við Brimnes, sum var bygdur á Bedingini í Klaksvík. Hann fór á sjógvin 28. oktober 1939. Pápi mín, Pól av Skarði, var ein av teimum, sum fekk byggingina í lag, men hann fekk ikki ta stóru gleðina av bátinum. Hann gjørdist sjúkur stutt eftir, og doyði longu 1. juni 1944, bert 51 ára gamal.

Frammanundan høvdu teir havt Enniberg, sum teir høvdu keypt frá Óla í Skúla í Klaksvík, tá ið felagið hjá honum, fór av knóranum. Enniberg var ein lítil deksbátur uppá eini 6 tons, ímeðan Brimnes var merktur 18 tons brutto.

Bátarnir lógu fyri tað mesta fyri teym uttanfyri Haraldssund, og teir kundu liggja í næstqn øllum veðri. Eitt lítið  brúgvaskapilsi var gjørt í 1934, men dugdi lítið til at liggja við. Tað fyrsta árið vildi tryggingin í Havn ikki taka við, um báturin lá her norðuri. Síðani fóru vit til tryggingina í Suðuroy og teir vildu tekna tryggingina. At byrja við, tó ikki fyri mánaðirnar frá november til februar, men seinni kundi báturin liggja alt árið.

Báturin lá í næstan øllum veðri, kanska í heldur nógvum illveðri við hvørt, men tað kom onkuntíð fyri, at vit fóru umborð og rýmdu til Klaksvíkar. Tað fyrsta árið, mundi eg vera við annanhvønn túr sum 15 ára gamal, men frá 1942, var eg við hvønn túr. Manningin var úr Haraldssundi, og hetta vóru menn, sum áttu í bátinum og sum eisini hvør, áttu einar 3 merkur av jørð, so tað lá væl fyri at skifta ímillum. Ein var tó, sum ikki átti nakað á landi, og hann plagdi so at vera við onkrum øðrum, ímeðan vit fingust við tað, ið kravdi at gerast uppi á landi.

Útróðrarlívið í dag, er ikki at líkna við, tá ið eg fyrstu ferð fór til útróðrar. Tá var einki sum æt at egna uppi á landi. Vit høvdu eitt gamalt sornhús omanfyri bygdina, har vit goymdu sild í dupultskinnaðum tunnum við salti og kava millum skins og hold. Hetta varð gjørt fyri at halda sildina kalda. Haðani tóku vit agnið, áðrenn vit fóru til útróðrar, og vit egndu á veg út. Komnir út um landoddarnar, vórðu vit koyrdir niður í lastina og lúka løgd afturá. Har sótu vit so og egndu, ímeðan stimað varð á fiskimið. Ikki var altíð so tespuligt í rulli at sita har í agnaroykinum av gággum og sild. Komnir ú meðan vit á fiskimið, varð línan sett og bíðaðu vit so í ein tíma - tveir viðhvørt - og so aftur at draga. Línan varð rakt, ímeðan vit drógu. Tað var strævið, tí tú hevði so at siga onga fríløtu. Lugarið varð lítið brúkt á slíkum túrum, men um summarið, tá vit fóru longur, tá royndu vit at húsast, sum best. Svóvu á dúrkinum og í teimum trongu koyggjunum. Matgerðin var, sum best bar til. Var kjøt og breyð, so hjálptist ein væl við tað. 

Tað longsta frá landi, ið eg var við til, var 72 fjórðingar úr Borðoyanesi. Tað hildu vit vera langt við tí bátinum.

Onkuntíð kundu vit leggja inn í Suðuroy ella aðrastani undan veðri, men ongantíð løgdu vit veiðuna upp nakra aðrastaðni, enn í Klaksvík.

Einaferð minnist eg ein føstulávintsleygardag, vit komu inn vestanfyri við fullum báti. Veðrið var so vánaligt, at vit fóru inn á Vestmanna, men so eiðasørt, at vit hugsaðu um at leggja upp har vesturi. Vit fingu ís frá Ørvi og lógu so og bíðaðu til mánadagin. Tá fóru vit norður og avreiddu á Stongunum í Klaksvík, ístaðin fyri at leggja upp í Vestmanna, og gera ein túr afturat. Soleiðis var tað tá. Avreiðast skuldi her norðuri....

Undir seinna heimsbardaga minnist eg tó eitt kvøldi, vit fóru til útróðrar. Vit fóru norðurum, og sum altíð var, so vóru vit koyrdir í lastina at egna. Bara Karl Klettskarð, sum var formaður, var uppi og stýrdi. Veðrið var av tí fagrasta og báturin rørdist ikki. Stýringin var við ketutrekki, og við eitt hoyra vit, at ketan fer at skrambla so óført. Vit skiltu ikki, hvat var á vási, tí veðrið var av tí fagrasta, og hettar stóð við. So við eitt, brestur lastalúkan upp og Karl rópar niður, og biður okkum, um at koma upp sum skjótast, tí vit verða niðursigldir beinanvegin. 

Tað gjørdist ein sonn troðkan, fyri at slepp upp úr lastini, tí lúkan var trong. Karl royndi at buktast við róðrinum, fyri at sleppa undan, at verða ásigldur.Tá sóu vit eitt øgiliga stórt skip stevna beint á okkum, og hópur av fólki sást standa fram við lúnningunum. Skipið nærkaðist í hvørjum, men so var ein av okkum so gløggur, at leypa niður undir eftir tí føroyska flagginum og vísa teimum tað. Tá var sloppið. Skipið æt Risør - eitt sum eingilskmenn høvdu tikið frá norðmonnum. Teir vildu ivaleyst hava at vita, hvørjir hasir stavnarnir vóru, sum vágaðu sær út á havið í ófriðartíð. Hettar sigur nokkso væl um sjólívið, sum var í bygdini, sum Símun Petur sigur frá. Karl hevur verið við hasar túrarnar, sum sagt er frá, tí hann var formaður á Brimnes um hetta mundi.