Erika Dione Joensen
Erika Dione Joensen kom úr Haraldssundi og hevði Simonsen til eftirnavn, áðrenn hon giftist við Jóan Paula Joensen í Kongsstovuni á Skarði.
Hon doyði longu í 1904 og eftir sótu 3 børn : Jákup Joensen, Símun Joensen og Anna Joensen ( kalla Anna av Skarði ).
Símun flutti heim til Haraldssundar, einans tvey ára gamal og vaks upp Har Suðuri í Haraldssundi.
Jóan Pauli bleiv einkimaður og gekk burtur við skarðsbátinum Tollaksmessudag í 1913. Tá vóru børnini móður - og faðirleys.
Myndir