Másin

Másin er bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju og varð sjósettur í 1959.

Nýbygningur nr. 6

Jákup Andreasen skrivar soleiðis :

Másin var bygdur á Tórshavnar skipasmiðju í 1959, og var hildin at vera stórt framstig, tá hann kom. Í 1985 var hann umvældur á skipasmiðjuni í Vági, og tá fekk hann eisini nýggjan motor. Tann fyrsti motorbáturin, sum røkti rutusambandið til bygdirnar í Haraldsundi og bygdirnar Eystan Múla var Victoria, sum Olaf á Stongunum átti. Hann fór í 1914 at sigla við vøru og posti til bygdirnar: Haraldsund, Skarð, Múla, Viðareiði, Sund, Norðdepil, Svínoyar og til Fugloyar. Men longu í 1919 fór Immanuel at røkja hetta ferðasambandið, sum hann røkti í 40 ár.

Í 1968 for Másin at sigla í Sandoynna, eftir at Ritan var ásigld á Havnarvág og sakk. Tá fór Lisshøvdi hjá Frits Olsen at røkja ferðasambandið til bygdirnar Eystan Múla og til Svinoyar og Fugloyar. Hann sigldi har í fleiri ár. Tað var um hesa tíðina, at V-4 tátturin hjá Útvarpinum "Per fór til Havnar", varð yrktur. Hesin sangur, sum hevði niðurlagið “Um átta minuttir ferð Másin avstað", var yrktur um eina broyting i ferðaætlanini hjá Másanum, meðan hann røkti siglingina i Sandoynna. Mynd: 

Myndir