Símun Har Suðuri
Símun Edvard Joensen, vanliga kallaður fyri Símun har Suðuri var ættaður av Skarði.
Hann var sonur til Jóan Paula Joensen úr Kongsstovuni á Skarði. Jóan Pauli giftist við Erika Dione Simonsen, ættað úr húsinum Har Suðuri í Haraldssundi. Erika doyði longu í 1904 og Jóan Pauli gekk burtur við Skarðsbátinum í 1913.
Systur til Jóan Paula, Sophie Katrina, fødd 1871 var ógift, og búði í Kongsstovuni. Hon tók sær av Jákupi og Annu, sum tá vóru foreldraleys.
Jákup Fredrik Vilhelm Joensen var elstur av syskinum, føddur 12. juli 1899 og doyði 16. oktober 1975.
Símun var næstelst, føddur 1901 og deyður 1988.
Símun fótr til Haraldssundar, sum tvey ára gamal og vaks upp hjá mostur síni Annu Sofíu, sum var inngift Har Suðuri í Haraldssundi.
Tey vóru 3 systkin og yngst var Anna Cathrina Joensen, fødd 1903 og deyð í 1989. Hon giftist við Sofus Gilstein. Tey bygdu húsini suðuri við Garðin í Haraldssundi, men flutt seinni inn til Klaksvíkar og bygdu sær hús á Kósini. Ingvald Justesen keypti húsini og búði har saman við konu sínu Oluffu Katrinu.
Myndir